8732 - Heilsuvísindi, samfelag og mentan
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Heilsuvísindi, samfelag og mentan
Skeiðsnummar
8732.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
15,00
Stig
Master
Deildir
Útbúgvingar
Fortreytir
Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi, ella onnur viðkomandi útbúgving á bachelorstigi.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Sjálvvirkandi tilmelding við upptøku av lestri til master í heilsuvísindum
Byrjanardato
2. september 2024
Endadato
3. desember 2024
Fakligt innihald
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at lesandi ogna sær innlit í samfelagslig viðurskiftir í Føroyum, sum hava týdning fyri heilsu og vælferð.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: - Lýsa heilsupolitiskar og vælferðarskipanarligar karmar fyri tænastuveitingar í heilsu- og almannaverkinumí Føroyum - Greiða frá demografisku menningini í Føroyum søguliga og meir nýliga, og týdning fyri heilsuligum viðurskiftum - Greiða frá Føroyum sum ‘small scale society’/smáoyggjasamfelag við støði í viðkomandi ástøði og vísindaligum greinum og týdninginum av hesum fyri heilsuvísindaliga økinum - Greina samfelagsviðurskifti, sum hava týdning fyri heilsu og vælferð - Greina og meta um týdningin av sosiokulturellum viðurskiftum fyri heilsuligum spurningum yvirskipað og serstakt í Føroyum - Greina Føroyar sum karm fyri heilsuvísindaligum fyribrigdum og átøkum - Meta um vísindaligar greinar, ið umrøða samfelagsviðurskifti og heilsu
Innihald
Á skeiðinum verður dentur serliga lagdur á hesi viðurskifti: - Demografiska menningin í Føroyum - Heilsupolitikkur og vælferð - Føroyar sum ‘small scale society’/smáoyggjasamfelag - Sosiokulturel viðurskifti og týdningur fyri heilsu og vælferð í Føroyum - Sosialur ójavni og heilsa - Skipanin av Almanna- og Heilsuverkinum í Føroyum
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, kjak, bólkauppgávur, framløgur og sjálvlestur. Afturboðan er á hesum skeiði bæði munnlig og skrivlig, og bæði frá undirvísarum og frá lesandi til lesandi.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig bólkauppgáva. Fortreyt fyri at sleppa til próvtøku er, at ávegisuppgávur og -framløgur eru staðin.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkuinnlatingin er sett til 17. desember, 2024
Freist fyri frámelding til próvtøku
2. september 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Marin Strøm
Undirvísarar
Aftur