8733 - Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløg
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløg
Skeiðsnummar
8733.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
15,00
Stig
Master
Deildir
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Útbúgvingar
M.Sc. í heilsuvísindum
Fortreytir
Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi, ella onnur viðkomandi útbúgving á bachelorstigi.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Sjálvvirkandi tilmelding við upptøku av lestri til master í heilsuvísindum
Byrjanardato
20. august 2024
Endadato
5. november 2024
Fakligt innihald
Endamál
At lesandi ogna sær vitan um og skil fyri vísindaligum arbeiði, akademiskari skriving og akademiskum forstáilsi fyri heilsuvísindaligari gransking. At lesandi ogna sær vitan um og førleika at arbeiða við kvalitativum og kvantitativum háttaløgum og teimum vísindaástøðum, sum knýta seg at hesum. At lesandi menna førleikar í at meta vísindaligar greinar innan heilsuvísindi á master stigi. At lesandi menna hegni í at gera eitt review.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: - Greiða frá ymiskum vísindaástøðiligum tilgongdum, millum annað hermeneutikki, fenomenologi, socialkonstruktionisma/tivisma og positivismu - Lýsa søguligu gongdina handan vísindaástøðiligu tilgongdirnar - Greiða frá tí týdningi, sum vísindaástøðiligu tilgongdirnar hava fyri valt háttalag - Greiða frá háttaløgum, sum verða nýtt innan kvalitativa gransking, millum annað interview-kanningar og observatiónskanningar - Greiða frá háttaløgum, sum verða nýtt innan kvantitativa gransking, millum annað spurnakanningar, kohorte-kanningar, interventiónskanningar - Vísa hegni í at gera eina skipaða leiting - Sýna innlit í argumentatiónsteori og nýta hesa í akademiskari skriving - Meta vísindaliga altjóða kanningar innan heilsuvísindi - Vísa evni til at skipa egið arbeiði í einum samanhangandi og systematiskum reviewi
Innihald
- Háttaløg, sum vera nýtt innan kvalitativa gransking, tildømis interviewkanningar og observatións-kanningar. - Háttaløg, sum verða nýtt innan kvantitativa gransking, tildømis spurnablaðskanningar, kohorte-kanningar og interventiónskanningar - Eitt úrval av vísindaástøðiligum tilgongdum, sum liggja til grund fyri kvalitativum og kvantitativum háttaløgum, tildømis fenomenologi, hermeneutikk, socialkonstruktionisma/tivisma og positivisma - Skipað leiting á vísindaligum leitigrunnum og meting av vísindaligum greinum - Formlig krøv til akademiska skriving, so sum argumentatiónsteori, kelduávísing og uppseting - Menning av egnari kanning (review)
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, kjak, bólkauppgávur, framløgur og sjálvlestur. Afturboðan er á hesum skeiði bæði munnlig og skrivlig, og bæði frá undirvísarum og frá lesandi til lesandi.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøkuuppgáva Fortreyt fyri at sleppa til próvtøku er, at ávegisuppgávur og framløgur eru staðin.
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Próvtøkuinnlatingin er sett til 19. november, 2024
Freist fyri frámelding til próvtøku
20. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Annika Helgadóttir Davidsen
Undirvísarar
Annika Helgadóttir Davidsen, Anna Sofía Fjallheim
Aftur