8734 vár - Heilsugransking
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Heilsugransking
- Skeiðsnummar
- 8734.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 15,00
- Stig
- Master
- Deildir
- Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
- Útbúgvingar
- M.Sc. í heilsuvísindum
- Fortreytir
- Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi, ella aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar, herundir eisini professiónsbachelor (t.d. sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði, læraraútbúgving, sosialráðgeva, ergoterapi, fysioterapi, samfelagsfrøði ella bioanalytikari). Nærri meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttaløgum á masterstigi ella samsvarandi
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfarið er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 2. lestrarhálvu í M.Sc. í heilsuvísindum eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- mánadagur, 27. januar 2025
- Endadato
- hósdagur, 8. mai 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- Endamálið við skeiðinum er, at lesandi fáa vísindagrundaða vitan um føroyska gransking innan heilsuvísindi, menna førleikar til at meta um tjóða og altjóða heilsugransking, umframt at menna hegni í at greina kvantitativ og kvalitativ data.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at: - Greiða frá gransking innan heilsuvísindi í Føroyum - Greiða frá etiskum viðurskiftum í sambandi við heilsuvísindaliga gransking og meta um etiskar avbjóðingar í einum smásamfelagi sum Føroyar. - Greina og meta um ítøkilig data við hagfrøðiligari greining - Greina og meta um ítøkilig data við kvalitativari greining. - Menna verkætlanarlýsing eftir ávísum leisti hjá t.d. granskingarráðnum ella líknandi fíggingargrunnum
- Innihald
- Á skeiðinum verður dentur lagdur á: - Heilsuvísindaliga gransking í Føroyum - Kvantitativ háttaløg, herundir hagfrøði - Kvalitativ háttaløg og vísindaástøðiligt grundarlag - Etisk viðurskifti í sambandi við heilsugransking - Menning av granskingarverkætlanarlýsing
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, bólkauppgávur, framløgur og sjálvlestur. Afturboðan á hesum skeiði er bæði munnlig og skrivlig - frá undirvísarum og frá lesandi til lesandi
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Einsæris skrivlig uppgáva. Ávegis uppgávur telja 50% av samlaða próvtalinum.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga uppgávan verður latin inn 23. mai 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 27. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Marin Strøm
- Undirvísarar
- Marin Strøm, Anna Sofía Veyhe