8735 vár - Heilsa og heilsustrategiir
Skeiðsupplýsingar
Heiti
Heilsa og heilsustrategiir
Skeiðsnummar
8735.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
15,00
Stig
Master
Deildir
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Útbúgvingar
M.Sc. í heilsuvísindum
Fortreytir
Heilsuvísindalig útbúgving á bachelorstigi, ella aðrar viðkomandi bachelorútbúgvingar, herundir eisini professiónsbachelor (td. sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði, læraraútbúgving, sosialráðgevi, ergoterapi, fysioterapi, samfelagsfrøði ella bioanalytikari). Nærri meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri.
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfarið er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum.
Tilmelding
Lesandi á 2. lestrarhálvu í M.Sc. í heilsuvísindum eru sjálvvirkandi tilmeldað.
Byrjanardato
týsdagur, 4. februar 2025
Endadato
týsdagur, 27. mai 2025
Fakligt innihald
Endamál
At lesandi fær skil fyri ymiskum áskoðanum á heilsu og sjúku. At lesandi fær skil fyri heilsunámsfrøði og hvussu heilsuátøk kunnu implementerast. At lesandi fær førleika til at greina og meta um heilsuátøk í samfelagnum við støði í altjóða modellum um heilsuatferð og sociologiskum ástøði.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal lesandi vera før/ur fyri at: - Greiða frá ymiskum áskoðanum á heilsu og sjúku - Greiða frá fyribyrgjandi og heilsufremjandi átøkum á mikro-, meso- og makroniveau - Greiða frá og greina heilsuatferð á individ-, interpersonellum- og umhvørvisniveau - Meta um heilsunámsfrøðilig umhugsni í samband við heilsuátøkum - Greina heilsuátøk við støði í upplivingum hjá viðkomandi málbólkum - Greiða frá umhugsni í mun til implementering av heilsuátøkum - Reflektera um sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka í mun til heilsuátøk
Innihald
Innihaldið í undirvísingini er: - Áskoðanir á heilsu- og sjúku - Fyribyrgjandi heilsuátøk á primer, sekunder og tertier niveau - Ástøðir um heilsufremjan - Heilsunámsfrøðilig hugtøk og amboð - Ástøðir og modellir um atferðarbroyting á individ-, interpersonellum- og umhvørvisniveau - Møguleikar og forðingar fyri broytta heilsuatferð við støði í sosiologiskum ástøði á mikro- og mesoniveau - Møguleikar og forðingar fyri implementering av heilsuátøkum - Kjak um, hvussu heilsuátøk kunnu taka tann einstaka og bólkar av ræði
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði og sjálvlestur.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
Munnlig einsæris próvhoyring við støði í skrivligari bólkauppgávu
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Próvtøkudagur/dagar
Skrivliga bólkauppgávan verður latin inn 10. juni 2025 og einsæris munnlig próvhoyring verður 17. og 18. juni 2025
Freist fyri frámelding til próvtøku
týsdagur, 4. februar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Anna Sofía Fjallheim
Undirvísarar
Anna Sofía Fjallheim, Annika Helgadóttir Davidsen
Aftur