8880 heyst - Mannakroppurin
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Mannakroppurin
- Skeiðsnummar
- 8880.23
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 16,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
- Útbúgvingar
- B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
- Fortreytir
- Undirvísingarmál
- Føroyskt
- Tilmelding
- Sjálvvirkandi tilmelding við upptøku av lestri til sjúkrarøktarfrøðing.
- Byrjanardato
- 11. november 2024
- Endadato
- 6. januar 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- At lesandi fær vitan um, hvussu likamið er uppbygt og virkar anatomiskt, lívirkisfrøðiligt og lívevnafrøðiligt.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið, skal lesandi verða før/ur fyri at: • Lýsa anatomiska uppbygnaðin í kroppinum • Greiða frá funktiónunum hjá gøgnum, vevnaði og kyknum í kroppinum • Lýsa arvagongdir og hvørjir genetiskir faktorar hava týdning fyri útvikling av ávísum sjúkum • Lýsa hvussu gøgnini liggja í mun til hvørt annað • Greiða frá samanspæli millum tey ymsu gøgnini, og greiða frá reguleringsmekanismunum í kroppinum (homeostasu) • Greiða frá týðandi lívevnafrøðiligum prosessum í kroppinum • Miðla vitan um uppbygnað og funktión hjá mannakroppinum • Sýna ábyrgd í egnu læru, og sýna samstarvsførleika í mun til undirvísarar og medlesandi. Sí skjalið Fakinnihald fyri anatomi/lívvirkisfrøði/ lívevnafrøði/arvafrøði, ið lýsir fakliga støði og læruúrtøkurnar í teimum ymisku evnunum neyvari.
- Innihald
- Byrjað verður við kyknu og vevnaðlæru, síðan verður fari til tær ymisku yrkisgagnarskipanirnar, og at enda verður arbeitt við, hvussu samanhangur er millum yrkisgagnarskipanirnar og hvussu kroppurin strembar eftir homeostasu. Undirvísingin í anatomi, lívvirkisfrøði og lívevnafrøði fevnir um hesi evni: Kyknan og kyknudeiling, DNA og DNA-replikatión, kyknudifferentiering, metabolisma, diffusion og osmosa, elektrolyt- og vætujavnvág, nervalagið, beinagrind, vøddar, sansir, húðin, temperaturregulering, blóð, blóðkør, lymfa, hjarta, blóðrensl, andaleiðin, lunga, immunverjan, sodningarleiðin, livurin, urinleiðin, nýra, endokrina virki hjá nýranum, hormonskipanin. Innan arvafrøði, verður dentur lagdur á samanseting og funktión hjá arvaeindum og kromosomum á mýla støði, teirra arvalykil, arvalæru og arvaligar sjúkur og fyribyrging av teimum.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði, lestrarspurningar, quizzir, lesibólkar og sjálvlestur.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Einsæris skrivlig próvtøka í fýra tímar uttan hjálparamboð. Sí Krøv til próvtøkuna.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Uttanhýsis
- Próvtalsstigi
- 7-talsstigin
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga próvtøkan er sett til 17. januar 2025
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 11. november 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Tórur Sjúrðarson
- Undirvísarar
- Tórur Sjúrðarson