8900 - Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum -ástøði
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum -ástøði
- Skeiðsnummar
- 8900.23
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 5,50
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
- Útbúgvingar
- B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
- Fortreytir
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Sjálvvirkandi tilmelding við upptøku av lestri til sjúkrarøktarfrøðing
- Byrjanardato
- 28. august 2024
- Endadato
- 17. oktober 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- At lesandi venur hegni og fær innlit í: • meginreglur fyri fyrisiting av intravenøsum heilivági, hjáárini og mannagongdir í hesum sambandi • meginreglur fyri fyrisiting av blóðtransfusión, hjáárini og mannagongdir í hesum sambandi At lesandi ognar sær vitan um og skil fyri relatiónini millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum. At lesandi ognar sær vitan um og skil fyri góðskutrygd og góðskumenning innan sjúkrarøkt. At lesandi reflektera um organisatiónsmentan, ymiskar leiðsluhættir og røktarhættir.
- Læruúrtøka
- Eftir loknu eind skal lesandi vera før/ur fyri at: • greiða frá ábyrgd og førleikakravi í mun til intravenøsa viðgerð, heilivággevan og transfusiónsmedicin • lýsa løgfrøðiligar lógarásetingar viðvíkjandi persónligum elektroniskum dáta • greiða frá ástøði um relatiónina millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum, herundir týdning av tíð og atburði • lýsa samanhangin millum ástøði og praksis • lýsa og grundgeva fyri evidensgrundaðari sjúkrarøkt • lýsa ymiskar viðkomandi kliniskar rætningslinjur • lýsa útvald háttaløg innan góðskumenning í mun til sjúkrarøktaryrkið • reflektera um organisatiónsmentan, ymiskar leiðsluhættir og røktarhættir • meta um egnan lærutørv í mun til útbúgvingartilgongdina
- Innihald
- Undirvísingin er skipað í tríggjar partar: Fyrsti partur: • Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum Annar partur: • Skipanarfrøði og leiðsla Triði partur: • Skeið í Transfusiónmedisin og intravenøsari heilivággevan, sum krevur 100% luttøku. Innihaldið í pørtunum er: 1. Relatiónin millum sjúkrarøktarfrøðing og sjúkling í stutta møtinum: • Sjúkrarøkt við atliti at relatiónini í stutta møtinum • KT í heilsuverkinum. KT og lógar-ásetingar • Góðskumenning og implementering av gransking í praksis 2. Skipanarfrøði og leiðsla: • Alment um leiðslu • Ymisk strategisk stig innan leiðslu • Sjúkrarøktarfaklig leiðsla • Organisatións mentan • Stovugongd og røktarhættir 3. Transfusiónsmedisin og intravenøs heilivággevan: • Intravenøs vætuterapi og føðsla • i.v. atgongd • infusiónsviðgerð/vætuterapi • parenteral føðsla • i.v. heilivággevan Sjúkrarøkt í samband við i.v. viðgerð: • Handfara infusiónsvætu • Tilsetan av heilivági til infusiónsvætu • Røkt í samband við parenterala føðslu • Røkt av periferum venøsum katetrum • Røkt av centralum venøsum katetrum • Leggjan av periferum venøsum katetrum Transfusiónsmedisin: • Blóðtransfusiónssøgan • Grundreglur fyri blóðtransfusiónsviðgerð • Blóðtransfusiónskomplikatiónir • Smittuvandi við blóðtransfusión • Blóðsamanseting og virki • Blóðtypur, andevnir og tess kanningar • Blóðtrygd; virustest og blóðtypukontroll • Framleiðsla av blóðkomponentum Sjúkrarøkt í samband við blóðtransfusión: • Ábyrgd hjá sjúkrarøktarfrøðinginum • Ordinatión av blóði/blóðproduktum • Kunning til sjúklingin • Blóðroyndir og kanningar áðrenn transfusiónina • Uppsetan av blóðtransfusión • Observatiónir av sjúklingi áðrenn, undir og eftir blóðtransfusión • Eftir blóðtransfusión (goymsla, burturbeining)
- Læru- og undirvísingarhættir
- Undirvísingin er skipað við skifti millum fyrilestrar, dialog, bólkaarbeiði, venjingar og sjálvlestur.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig uppgáva – sí próvtøkukrøv 100% kravd luttøka at standa skeiðið í i.v. og transfusión
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga uppgávan verður latin inn 17. oktober 2024
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 28. august 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Súsanna Maria Mortensen
- Undirvísarar
- Súsanna Maria Mortensen