8915 - Akademisk skriving á enskum fyri granskarar
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Akademisk skriving á enskum fyri granskarar
- Skeiðsnummar
- 8915.22
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 3,00
- Stig
- Ph.D.
- Deildir
- Útbúgvingar
- Fortreytir
- Luttakararnir skulu hava lokið masternám. Skeiðið er fyri granskarar, ið eru í gongd við granskingargrundaða skriving, uttan mun til um granskingarøkið er hugvísindi, samfelags- ella náttúruvísindi. Áðrenn skeiðið skulu luttakarar lata inn dømi við egnum teksti, sum verður tikin við sum skeiðsinnihald.
- Undirvísingarmál
- Undirvísingin og undirvísingartilfarið eru á enskum.
- Tilmelding
- Tilmelding fer fram við at útfylla umsóknarblað á setur.fo. Luttakarar skulu hava staðið masterlestur.
- Byrjanardato
- 6. november 2024
- Endadato
- 8. november 2024
Fakligt innihald
- Endamál
- Skeiðið hevur til endamáls at betra um førleikarnar hjá luttakarunum effektivt at skriva akademisk granskingargrundað handrit sum eftirlíka góðskukrøvum hjá akademiskum útgevarum í mun til málsligan stíl og innihald.
- Læruúrtøka
- Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi verða før/-ur fyri at: • Skriva stílreint enskt í samband við granskingargrundaða skriving • Greina og endurskoða akademiskan tekst við atliti til viðtøkur innan akademiska skriving • Nýta hóskandi retorikk, bygnað og mállæru í samband við skriving • Meta og skifta orð um skriving og ritstjórnan við nýtslu av mennandi feedback-mannagongdum. • Skipa og stýra egna skrivitilgongd
- Innihald
- Skeiðið fevnir um hesi evni: • Bygnað og stíl í hvørjum einstøkum parti av akademiskum greinum • Feed-back í mun til skriving og endurskoðan av handritum • Stílreglur fyri mállæru og orðatilfeingi • Retorisk amboð, ið byggja undir grundgevingar • Leistir og tilgongdir at skipa skrivligt arbeiði.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Skeiðið fevnir um fyrilestrar, bólkaarbeiði, skrivi- og feedback-venjingar og sjálvlestur. Støðið verður tikið í endurskoðan av egnum teksti.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Skrivlig uppgáva og 100 prosent uppmøting.
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Skrivliga uppgávan verður latin inn
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- 6. november 2024
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Harriet Hammer
- Undirvísarar
- Harriet Hammer