8932 vár - I.V. og transfusiónsskeið
Skeiðsupplýsingar
Heiti
I.V. og transfusiónsskeið
Skeiðsnummar
8932.24
Lestrarár
2024-2025
ECTS
1,50
Stig
Bachelor
Deildir
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Útbúgvingar
B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
Fortreytir
Undirvísingarmál
Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
Tilmelding
Lesandi á 7. lestrarhálvu í B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað.
Byrjanardato
mánadagur, 27. januar 2025
Endadato
fríggjadagur, 31. januar 2025
Fakligt innihald
Endamál
At lesandi fær skil fyri og venur hegni í fyrisiting av intravenøsum heilivági. Harumframt fær skil fyri og venur hegni í fyrisiting av blóðtransfusión.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at: Vísa hegni í I.V. heilivággevan Vísa hegni í blóðtransfusión
Innihald
Undirvísingin er skipað við skifti millum upplegg, dialog, rokniuppgávur og venjingar Transfusiónsmedisin: Blóðtypur, antistoffir og tess kanningar Smittuvandar við blóðtransfusión Sjúkrarøkt í sambandi við blóðtransfusión Intravenøs (I.V.) heilivágviðgerð: Sløg av I.V. viðgerðum Venja hegni í at brúka roknihættir og frymlar í útrokningini av heilivági Ábyrgd hjá sjúkrarøktarfrøðinginum í hesum sambandi Sjúkrarøkt í sambandi við I.V. viðgerð Venja at geva I.V. viðgerð við infusiónspumpu Venjingar í sjúkrarøkt í sambandi við blóðtransfusión og I.V. viðgerð
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað við skifti millum upplegg, dialog, bólkaarbeiði og venjingar.
Próvtøka
Próvtøkuháttur
100% kravd luttøka
Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
Innanhýsis
Próvtalsstigi
Staðið/Ikki staðið
Próvtøkudagur/dagar
Staðið verður við 100 % luttøku 31. januar 2025
Freist fyri frámelding til próvtøku
mánadagur, 27. januar 2025
Ábyrgd og undirvísarar
Ábyrgd
Sonja Nielsen
Undirvísarar
Theresa Joensen Rønnebech, Súsanna Herdalur Tausen
Aftur