8934 vár - Klinisk sjúkrarøkt: Sjálvstøðug yrkisútinning og leiðsla
Skeiðsupplýsingar
- Heiti
- Klinisk sjúkrarøkt: Sjálvstøðug yrkisútinning og leiðsla
- Skeiðsnummar
- 8934.24
- Lestrarár
- 2024-2025
- ECTS
- 18,00
- Stig
- Bachelor
- Deildir
- Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
- Útbúgvingar
- B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
- Fortreytir
- Undirvísingarmál
- Undirvíst verður á føroyskum. Undirvísingartilfar er í høvuðsheitum á donskum, umframt á enskum og skandinaviskum. Fyrilestrar, bólkarbeiði, orðaskifti o.a.m. er á føroyskum.
- Tilmelding
- Lesandi á 7. lestrarhálvu í B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði eru sjálvvirkandi tilmeldað.
- Byrjanardato
- mánadagur, 24. mars 2025
- Endadato
- fríggjadagur, 20. juni 2025
Fakligt innihald
- Endamál
- At lesandi fær vitan um ymiskar røktarhættir og organisatiónsmentan. At lesandi fær førleika til at røkja virkisøkið hjá sjúkrarøktarfrøðinginum, tvs. at útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøkt, sum er heilsufremjandi, heilsuvarðveitandi og fyribyrgjandi eins væl og viðgerandi, endurmennandi og linnandi. At lesandi fær førleika at leiða kliniska sjúkrarøkt og taka kliniskar avgerðir tvørtur um fakbólkar, øki og stovnar, eins og í heimi hjá sjúklingum/borgarum.
- Læruúrtøka
- Eftir lokið skeið, skal lesandi vera før/ur fyri at: Útinna grundleggjandi og kompleksa sjúkrarøkt grundað á etisk umhugsni og refleksjón. Vísa hegni í at taka grundaðar kliniskar avgerðir við støði í granskingarvitan og praksis Lýsa hvørjir røktarhættir verða brúktir á kliniska útbúgvingarstaðnum, og lýsa hvønn týdning teir hava fyri klinisku sjúkrarøktina Reflektera um hvat kann hava týdning fyri organisatiónsmentanina og organisatiónsstrukturin á kliniska útbúgvingarstaðnum Vísa hegni í at leggja tilrættis, útinna, raðfesta, samskipa og leiða kliniska sjúkrarøktina til tillutaðar sjúklingar í stabilum, kompleksum og bráðfeingis sjúklingagongdum Vísa hegni í at skjalfesta sjúkrarøktina við skjalfestingaramboði, ið verður nýtt á kliniska útbúgvingarstaðnum Reflektera kritiskt um útintu sjúkrarøkt, bæði skrivliga og munnliga Meta um møguleikar og forðingar í mun til implementering av menningar- og granskingarúrslitum í klinisku sjúkrarøktini Vísa hegni í at samstarva monofakliga, tvørfakligt og tvørtur um geirar fyri at tryggja sjúklingum eina samanhangandi sjúklingagongd Vísa hegni í at møta tí einstaka og avvarðandi, vera empatisk, etisk og refleksiv í øllum sjúkrarøktarstøðum Vísa hegni í at tillaga professionella samskiftið við atliti at støðu sjúklingsins Reflektera um professionella samskiftið við sjúkling, avvarðandi og samstarvspartar Vísa hegni í at fyrisita heilivággevan og infusiónsviðgerð til sjúklingar í stabilum, kompleksum og bráðfeingis sjúklingagongdum Við støði í nýggjastu vitan, undirvísa, vegleiða og kunna sjúklingum og avvarðandi Vísa hegni í at undirvísa samstarvspørtum í einum sjálvvaldum evni Meta um egnan lærutørv í mun til læruúrtøkurnar
- Innihald
- Undirvísingin er skipað soleiðis: - 1/3 vika framløgur í klinikk: Relatión í stutta møtinum - 2/3 vika ástøði um leiðslu í sjúkrarøkt - 11 vikur klinisk undirvísing. Innihaldið í ástøðiliga undirvísingini um leiðslu er: - Alment um leiðslu - Sjúkrahúsverkið sum organisatión - Sjúkrarøktarfaklig leiðsla - Klinisk leiðsla av sjúkrarøkt - Organisatiónsmentan - Røktarhættir. Innihaldið í klinisku undirvísingini er: - Útinnan, miðlan, leiðan og menning av grundleggjandi og kompleksari sjúkrarøkt - Klinisk leiðsla av sjúkrarøkt - Eitt kravt lestrarvirksemi er í tíðarskeiðinum.
- Læru- og undirvísingarhættir
- Ástøðiliga undirvísingin er skipað við skifti millum upplegg, dialog, kjak og bólkaarbeiði. Kliniska undirvísingin er skipað sum yrkisbeindur lestur. Yrkisbeindur lestur er, at tann lesandi sjálvstøðugt ávikavist leggur til rættis, útinnir, eftirmetir og mennir sjúkrarøkt við sjúkrarøktarfrøðingi sum vegleiðara. Lesandi hevur møguleika at útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøkt, íroknað at samstarva við sjúklingin og fylgja við honum ígjøgnum røktar- og viðgerðargongdina. Skjalaskjáttan verður brúkt sum amboð til útinnan, refleksjónir og eftirmetingar.
Próvtøka
- Próvtøkuháttur
- Støðumet
- Próvdøming (innanhýsis/uttanhýsis)
- Innanhýsis
- Próvtalsstigi
- Staðið/Ikki staðið
- Próvtøkudagur/dagar
- Støðumet 20. juni 2025.
- Freist fyri frámelding til próvtøku
- mánadagur, 24. mars 2025
Ábyrgd og undirvísarar
- Ábyrgd
- Maria Súsanna Hammer Olsen
- Undirvísarar
- Theresa Joensen Rønnebech, Súsanna Herdalur Tausen